
Samansjóðingartúrur í Vági
1. flokkarnir hava verið á einum samansjóðingartúri í Vági, har tey upplivdu nógv ymiskt.
Tey vóru sum tað fyrsta og vitjaðu Fab Lab í Vágs Skúla, har leiðarin, Tina Grønbech Tausen greiddi frá virkseminum, og aftaná sluppu næmingarnir at royna hetta ymiska.
Vitjað varð eisini í Vágs Kirkju og í húsinunum hjá Petur Nolsøe í samband við eina frásøgn um próvstin Jákup Dahl, har Arnfinnur Thomassen greiddi frá.

Síðan var tíð til miðmála, sum bleiv etin í Marghøllini, og sum næmingarnir sjálvir skipaðu fyri. Í Marghøllini sluppu næmingarnir at bjóða sær sjálvum av við rope-swing og klintring við góðari og serkønari hjálp frá ítróttarháskúlanum.
Um kvøldið gjørdu næmingarnir sjálvir mat í Skóthúsinum, har gist varð. Aftaná nátturðan var hugnað við heimabakaðum køkum og øðrum lekrum, spurnakapping og team building. Tey brendu bál, har tey grillaðu skúmgæti.
Næsta morgun gjørdu næmingarnir morgunmat, áðrenn farið varð oman í Vágs Skúla til eina sera áhugaverda framløgu v/ Dennis Holm, borgarstjóra, um avbjóðingarnar við at búgva í útjaðarinum.
Aftaná gekk leiðin til Garðabrúgv, har eitt “surprise” bíðaði, nemliga Actionboat. Næmingarnir sluppu allir ein túr við skjóttgangandi bátinum, og aftaná varð lopið á sjógv í vátdraktum.
Síðan gekk leiðin heim í Skótahúsið at vaska sær og ruddað av, áðrenn farið varð oman í Garðslon til ein betri bita, og síðan fóru øll heim í heystfrí, mett og vælnøgd