
Skúlabyrjan 2025
Nú er summarfrítíðin næstan liðug og skúlagongdin fer aftur at byrja á Miðnám í Suðuroy. Fyrsti skúladagur verður tórsdagin 14. august 2025.
Næmingar, ið skulu byrja í 1. ári ella FHS, skulu møta kl.8:10 og skulu minnast til at hava farteldu við.
Næmingar, ið skulu byrja á 2. ella 3. ári, skulu møta kl.10:00.
Nógv ymiskt er á skrá. Til dømis verður vælkomst, kunning av ymiskum slag og so verður myndatøku av øllum næmingum á skúlanum.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.



