So byrjaði skúlin aftur

Í vikuni byrjaði skúlin aftur eftir summarfrítíðina, og tað eru 44 nýggir næmingar, ið byrja á hugbreyt, náttúrubreyt, serbreyt og búskaparbreyt.

Nýggju næmingarnir eru byrjaðir at venja seg við nýggju umstøðurnar, har innleiðslan inniheldur nógv fakligt, men eisini okkurt har tað er møguleiki til at taka sær av løttum.

Ein av innleiðsludøgunum fór allur skúlin ein túr til vindmyllurnar, víðari til Ergjudal og síðani oman aftur á skúlan til heita súpan. Myndirnar eru frá hesum túrinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X