Stuðul

Útbúgvingarstuðul
Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Næmingar søkja um útbúgvingarstuðul hjá Studna.

Bókastuðul
Næmingar kunnu søkja um bókastuðul, ið er ein ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari. Allir næmingar, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august, tá skúlaárið byrjar, kunnu fáa útgoldið bókastuðul tá skúlaárið byrjar.

Vistarhaldsstuðul
Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðulin er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km.

Næmingar, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán. 

Meira kunning á heimasíðuni hjá Studna: Studni.fo.

X