Aftaná tvær læruríkar og stuttligar vikur í Kangerlussuaq í Grønlandi eru vit nú á veg heim aftur.
Miðnámsskúlin hevur luttikið á summarskúlanum Joint Science Education Program. JSEP er eitt samstarv ímillum Grønland, Danmark og USA, og vit hava verið so heppin at vera við sum gestir í ár. Yvirskipaða evnið er veðurlagsbroytingar í Aktis. Summarskúlin er ein feltskúli. Tað merkir, at næmingarnir hava verið úti í náttúruni og gjørt ymiskar royndir og hava so arbeitt víðari við úrslitunum við hús. Skúlin endaði við einari stórari “online” framløgu har familja og vinir eisini vóru boðin við.
Vit hava lært eina rúgvu um Innlandsísin, um jarðfrøðina og um plantu- og djóralívið í økinum. Harumframt hava vit møtt góðum og fittum fólki og lært um teirra mentanir. Vit samstarvaðu við luttakararnar úr USA ígjøgnum netið, tí har eru framvegis koronaavmarkingar.
Nú verður gott at koma heim aftur.
Bjørk, Hans Jacob, Shanice, Torgerð og Guðrið