Mánadagin varð skipað fyri einum tiltaki um ung á arbeiðsmarknaðinum fyri øllum næmingum og starvsfólkum á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Vit høvdu vitjan av umboð frá fakfelagnum Samverk og fingu til dømis kunning um ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og um tey rættindi, tú sum starvsfólk hevur. Eisini høvdu vit vitjan av 3 umboðum frá ungmannafeløgum. Tað varð skipað fyri pallborðsfundi og tosað varð um fleiri ymisk politisk viðurskifti, ið eru frammi í løtuni, og eisini varð skipað fyri einum politiskum kjaki. Vit takka fyri luttøkuna og fyri eitt væleydnað tiltak.
- 30 Mar
- 2022