Ynskir tú eisini at fáa húgvu á høvdið? 

Enn eru tøk pláss eftir at søkja á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Skúlingongdin byrjar 18. august, og tøk pláss eru á øllum breytum. Eisini ber til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, umframt lærugreinarnar á stx, fleiri búskaparlærugreinar. Eitt nú hava vit virkisbúskap C, sølubúskap C, KT C og vinnurætt C.

Hevur nakað av hesum tín áhuga, so set teg í samband við skúlan umvegis teldupost: mis@skulin.fo, ella á telefon 614202.

X