Ítróttardagur

Tann stóri árligi ítróttardagurin hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroy varð hildin í dag í Vági. Í ár vóru sera nógvir luttakarir, bæði úr Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Ítróttarháskúlanum, Føroya Eftirskúla og úr 10. flokki í Tvøroyrar Skúla og Vágs Skúla.

Dagurin byrjaði við, at øll møttust í VB-høllini til felags upphiting, síðani fóru luttakarir til tær ítróttargreinir, ið tey høvdu valt, og vórðu har allan fyrrapartin. Til bar at spæla fótbólt, badminton, borðtennis, fitness og annað. Tá tey einstøku holdini høvdu stuttan steðg, høvdu tey møguleikan at fáa sær frukt, wienerbreyð og Kirvi vatnfløsku frá sjálvtøkuborðinum.

Á middegi møttust øll í VB-húsinum til felags døgurða og vinnarir av einstøku ítróttargreinunum vórðu funnir. Lærarir og starvsfólk frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy høvdu gjørt døgurðan. Eftir døgurðasteðgin varð skipað fyri stórari felags flogbóltskapping, har hvør flokkur og lærarir hevði eitt lið hvør.

Hetta var ein sera góður og væl eydnaður dagur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X