Mánadagin var tiltakið Vísindavøka á Ferð á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Tað vóru Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Sigurð í Jákupsstovu og Eina H. Eliasen, ið høvdu framløgur fyri næmingum og starvsfólkum. Tiltakið var eisini um kvøldið fyri øllum áhugaðum.
Framløgurnar vóru hesar:
“Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú” Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið.
“Keyp og søla av orku – frá monopoli til marknað” Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan.
“Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum” Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu.
Hetta var eitt gott og áhugavert tiltak.