Áhugaverd vitjan av granskarum

Mánamorgunin 20. mars vitjaðu Gestur Hovgaard professari frá Illisimatusarfik, Firous Gaini professari og Ragnheiður Bogadóttir lektari frá Fróðskaparsetrinum Miðnám í Suðuroy. Hesi trý arbeiða við einari norðurlendska verkætlan fyri at fremja málsetning um stranda- og fiskivinnusamfeløg. Granskararnir brúka m.a. Vág og Tvøroyri at granska í, har tey kanna m.a. virðisketur í bláa búskapinum, burðardygd og klimabroytingar, og møguleikarnar hjá yngru ættarliðunum viðv. búseting, útbúgving og íverksetan.

Meiningar hjá yngra ættarliðnum

Granskararnir høvdu serliga í huga at granska, hvat tað yngra ættarliðið meinar á hesi vitjanini, tí teir meta tað er ein sannroynd at hesi sjónarmið verða ofta ov lítið hoyrd í tí dagliga. Til endamálið høvdu tey eina spurnakanning, ið skuldi staðfesta, hvat tey ungu á stovninum mettu um m.a. búseting, útbúgving og íverksetan.

Fjølbroytt kanningarúrslit

Sum verða man vórðu meiningar fjølbroyttar hjá unga skaranum; onkur meinti, at tey ætlaðu at búseta seg í oynni, onnur ætlaðu at flyta burtur. Onkur ætlaði at starvast í tí almenna, og onkur í tí privata. Tó var ongin ivi, tá ið spurningurin kom til ein møguligan Suðuroyartunnil. Her sást, at tey allarflestu ynsktu sær tunnilin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X