Tórsdagin vóru næmingar frá Búskaparbreytini í Lopra og vitjaðu hjá Kirvi, ið framleiða tað kenda Kirvi vatni á fløsku og í vatnkølarum frá góðari vatnkeldu millum Lopra og Sumba. Hallur tók ímóti og vísti runt í bygninginum. Hallur greiddi frá …
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2021/2022 í hesum lærugreinum: Alisfrøði, altjóða búskapur, evnafrøði, føroyskt, innovatión, kunningartøkni, landafrøði, miðlakunnleiki, samfelagsfrøði, støddfrøði, sølubúskapur og tónleikur. Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera …
Í gjár var 25 ára gamla Eyðbritt Hjelm úr Vági á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og greiddi frá, hvussu tað er at vera orðblind. Eyðbritt er opin um sítt viðfødda brek og dugir so sera væl at greiða frá og seta …
Tórsdagin 4/3 hevði Lilian vitjan av uttahýsismetarum í samband við verkliga partin av námsfrøði, og Lilian er nú liðug við námsfrøðiligu útbúgvingina fyri miðnámsskúlalærarar. Tað hevur gingið væl, og vit á Miðnámsskúlanum ynskja Liljuni hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Á myndini …
Týsdagin 9. mars bjóða vit til opið hús á Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá kl.19:00 til kl.21:00. Tá kunnu øll, sum vilja hava meir at vita um útbúgvingar, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvi, virksemi á skúlanum og útbúgvingarnar …
Herfyri varð skipað fyri talvkapping á skúlanum, bæði næmingar og lærarar luttóku í kappingini.
Í gjár varð Kenneth Poulsen liðugur við verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini, sum hann hevur tikið á Glasi. Vegleiðari hjá Kenneth var Brynjálvur Johansen og uttanhýsismetari var Hans Futtrup Mikkelsen. Vit ynskja Kenneth hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Fríggjadagin var seinasti undirvísingardagur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy fyri jól og nú eru øll á skúlanum farin í jólafrí. Aftur í ár varð skipað fyri einum hugnaligum jólahaldi á skúlanum, ið kanska var heldur øðrvísi enn undanfarnu árini vegna serligu …
Øll á Miðnámsskúlanum savnast ársdagin fyri veðurlagsverkfallinum og hoyra Marjuna Syderbø Kjelnæsh greiða frá ungdómsbókini, Sum rótskot á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tað var svenski skúlanæmingurin Greta Thunberg, ið skipaði fyri veðurlagsverkfalli fríggjadagar heldur enn at møta í skúla og gjørdist …
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara, ið kann átaka sær at undirvísa í evnafrøði, at byrja á skúlanum 1. februar 2021. Talan er um tvey hold, eitt á C-støði og eitt á B-støði (3 + 5 tímar um vikuna). Møguleiki …










