
Føstulávintshugni
Aftur í ár hátíðarhildu vit føstulávint á Miðnám í Suðuroy við tunnusláttri, føroyskum dansi, heitum kakao og bollum.
Flokkar og lærarar høvdu fingið hvør sítt tema, ið tey skuldu lata seg í eftir. So kom Mikala Vilhelm á vitjan og skipaði fyri føroyskum dansi við kvæðinum Flóvin Bænadiktson. Eftir hetta var tunnusláttur og síðani var ein kattakongur funnin. Hetta var ein sera stuttligur og hugnaligur dagur.



