
Jólahald 2024
Hetta hevur verið ein sera hendingarík vika á Miðnám í Suðuroy. Næmingar úr 3.s hava latið sínar breytaverkætlanir inn, vit hava havt eitt hugnaligt jólahald við tónleiki, spurnarkapping, góðum døgurða og holukøkum omaná. og so hava næmingarnir hildið sína árligu galla jólaveitslu í gjár.
Nú er jólaferian av álvara byrjað og vit vilja ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Takk fyri eitt gott ár í 2024. Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 7. januar 2025