
Næmingaráðið á Barnaráðstevnu
Okkara næmingaráð var í gjár á Barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hetta var eitt sera spennandi og áhugavert tiltak við framløgum og verkstovum, har dentur var lagdur á alt tað, sum hevur størstan týdning í barnaárunum. Stór semja var um, at eitt nú tryggleikin, heimið, matur og drekka hevur størstan týdning, og ikki skíggjar, dýr klæði og líknandi.
Hetta var eitt tiltak, har næmingaráð úr øllum skúlum og miðnámsskúlum í Føroyum vórðu boðin við til, soleiðis at tey kunnu koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar.
Luttakandi umboð úr okkara næmingaráð vóru forkvinna Eir úr 3.h, næstformaður Mikal úr 3.x, Fljóða úr 3.a og Jósva úr 1.x. Á tí eini myndini síggja tit næmingarárðið saman við landsstýriskvinnu Súsonnu Bertholdsen, sum eisini var við á ráðstevnuni.



Tag:Næmingaráðið