
Vitjan á Suðuroyar Sjúkrahús
Mánadagin 27. januar vóru næmingar úr 2.s á vitjan á Suðuroyar Sjúrkrahús, fyri at fáa innlit í gerandisdagin á ymsu deildunum og eisini fyri at fáa kunning um framtíðar starvs- og útbúgvingarmøguleikar, ið eru knýttir til eitt sjúkrahús.
Tað var sjúkrahússtjórin, Hanus Toftheyggj, ið tók ímóti næmingunum og greiddi frá um bygnað og virksemi á Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúkrahúsverkinum. Síðani fingu næmingarnir rundvísing í teimum ymisku deildunum og starvsfólk komu at greiða frá deildunum, viðkomandi útbúgvingum og svaraðu spurningum hjá næmingunum. At renda við møttust øll í kantinuni, har Suðuroyar Sjúkrahús bjóðaðu tvífis til øll.
Hetta er 2. árið á rað, at næmingar úr Miðnám í Suðuroy eru á vitjan í Suðuroyar Sjúkrahús. Ynskiligt er, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, ið kann skapa íblástur hjá okkara næmingum, tá teir skulu víðari á lívsleið síni. Vit vilja fegin takka Suðuroyar Sjúkrahús fyri teirra gestablídni.
(mynd frá Suðuroyar Sjúkrahús)
Tag:Virkisvitjan