
GeografiOlympiaden 2025
Gabriel í 1.x hevur í farnu viku verið í Århus, har hon hevur luttikið í kvartfinaluni í altjóða OL í landafrøði. 21 luttakarir vóru til kvartfinaluna, harav vóru 2 føroyingar og restina vóru danir.
Sambært Gabriel var hetta bæði spennandi og læruríkt. Tey svaraðu spurningum og luttóku á ymiskum verkstovum. Til dømis skuldu tey leita eftir lava í sandi. Øll luttakandi búðu í sama gistingarhúsi, tey høvdu fleiri hugnaløtur saman, hugdu eftir hondbólti og fóru gongutúrar saman.
Tað er Sigurd Nordendal sum er lærari hjá Gabriel í landafrøði á Miðnám í Suðuroy , og tað er ígjøgnum hansara undirvísing, at hetta er komið í lag.




