
Føstulávintshald
Fríggjadagin varð skipað fyri einum hugnaligum føstulávintshaldi á Miðnám í Suðuroy. Vit kvóðu Flóvin Bænadiktsson og dansaðu føroyskan dans saman, síðani fóru vit at sláa tunnu og tað var Emil úr 3.a, sum gjørdist kattakongur. Eftir hetta fingu vit lekkrir bollar og heitt kakao úr kantinuni. Ein sera hugnaligur dagur við fleiri grýlum. Her eru nakrar myndir
















