
Opið Hús 2025
Í gjár høvdu vit eitt sera hugnaligt tiltak á skúlanum, tá vit opnaðu dyrnar fyri almenninginum og høvdu opið hús. Okkara dugnaligu næmingar høvdu skipað fyri ymiskum framløgum, har teir greiddu frá sínum upplivingum og ymiskum spennandi virksemi, sum teir hava luttikið í, meðan teir hava gingið á Miðnám í Suðuroy. Eisini høvdu næmingar, ið hava tónleik, nakrar sera góðar tónleikaframførslur saman við Tróndi Enni.
Fyrst vóru tað Narvør og Emil, sum greiddu frá Nordplus verkætlanini, ið Miðnám í Suðuroy er ein partur av. Hetta er eitt verkætlan við luttakandi skúlum úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Norra og Finnlandi, ið hevur til endamál at knýta bond og styrkja samstørv millum londini. Síðani var tað Gabriel, ið greiddi frá sínari ferð til Danmarkar, har hon saman við fleiri øðrum næmingum luttók í OL í landafrøði. Eftir hetta komu umboð frá næmingaráðnum upp og greiddi frá teirra virksemi á skúlanum, um breytir, lærugreinar og hvussu tað er at vera næmingur á Miðnám í Suðuroy. Til seinast greiddu Vár og Bjarta frá teirra námsferð til Barcelona, um innsavning, fyrireikingar, ferðina sjálva og allar upplivingar, ið tey høvdu har.
Vit vilja takka øllum, sum løgdu leiðina framvið, og takka okkara næmingum fyri áhugaverdar framløgur og góðan tónleik.






