Á Facebook er gjørd ein kanning sum vísur, at tað er ein ávísur áhugi fyri eini 2 ára Búskaparbreyt í Suðuroy fyri tey sum hava tikið FHS á C stigi.
Miðnámsskúlin í Suðuroy vil fegin vita um hetta kann lata seg gera-um tað er nokk av næmingum til Búskaparbreytina.
Tí fara vit at heita á tey sum veruliga eru áhugaði í hesi útbúgving, sum kann byrja í august 2017, um at venda sær til skúlan skjótast tilber.
Áhugaði verða vinarligast biðin um at senda teldupost til MIS@skulin.fo ella at ringja til skrivstovuna á telefon nr. 614201.
Vinarliga
Ole V. Laursen
Leiðari á Miðnámsskúlin í Suðuroy.