
Norðurlendsk Ungdómsráðstevna fyri Demokrati í Oslo
Herfyri vóru 2 av okkara næmingum, Elsebeth og Tóra, á ferð til Oslo í Norra, har tey luttóku í Nordic Youth Conference for Democracy saman við umleið 100 øðrum næmingum úr Norðurlondum og við umboðum frá Foreningen Norden, RØST, Malmö mot Diskriminering og fleiri øðrum organisatiónum. Her vóru fleiri fyrilestrar og verkstovur. har næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Álandi, Svøríki og Finnlandi arbeiddu saman við ymiskum uppgávum.
Elsebeth og Tóra siga, at hetta var ein sera áhugaverd og mennandi ráðstevna, ið tær báðar eru fegnar um at hava møguleika at fara til. Tær búðu á Voksenåsen Hotel, søgdu at øll vóru so fitt og blíð. Eisini vilja tær viðmæla ráðstevnuna til onnur áhugaði.















