
Vitjan av Gluggabørnum
Í vikuni høvdu Miðnám í Suðuroy og Heilsuskúli Føroya, vitjan av sera fittum børnum frá Glugganum í Trongisvágs Skúla. Hetta var í samband við, at gluggabørnini skulu á útferðir at vitja arbeiðsplássini hjá foreldrum. Børnini sluppu at gera jólapynt, renna og spæla í ítróttarhøllini og síðani fingu tey eisini okkurt leskiligt úr kantinuni. Hetta var ein sera hugnaligur dagur




