Back
12 July

Skúlabyrjan 2022

Skúlaárið byrjar aftur tórsdagin 18. august 2022. Næmingar, sum skulu byrja í 1.ax skulu møta kl. 8:10 og næmingar, sum skulu byrja í 2.ax, 3.ax og búskaparbreyt. skulu møta kl.12:00. Nógv ymiskt er á skrá og vit vilja minna allir …

10 July

Summarskúli í Grønlandi

Aftaná tvær læruríkar og stuttligar vikur í Kangerlussuaq í Grønlandi eru vit nú á veg heim aftur. Miðnámsskúlin hevur luttikið á summarskúlanum Joint Science Education Program. JSEP er eitt samstarv ímillum Grønland, Danmark og USA, og vit hava verið so …

20 June

Próvtøkutíðir

Í hesum døgum eru nógvar próvtøkur og ársroyndir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hetta merkir eisini, at nógvir næmingar eru til sínar seinastu próvtøkur á skúlanum og fáa húgvu á høvdið. Tað er bæði stuttligt og gleðiligt at síggja allar pisurnar …

07 June

Fyrsti FHS næmingur fingið húgvu

Nú hevur fyrsti næmingurin á Miđnámsskúlanum í Suđuroy fingiđ húgvuna á høvdiđ  Í dag var Maria Mohr Viderø úr FHS til próvtøku í sølubúskap og hon gjørdist sostatt tann fyrsti næmingurin í hesum skúlaárinum, iđ fekk húgvuna á høvdiđ og slapp …

19 May

Seinasti skúladagur

Hetta hevur verið ein hendingarík vika á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Ónsdagin høvdu næmingar ein 80ara temadag og í gjár var seinasti undirvísingardagur. Allir næmingar hava fingið síni ársmet og nú eru próvtøkurnar fyri framman.

16 April

Lærarar til Miðnámsskúlan í Suðuroy skúlaárið 2022-2023

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2022/2023 í hesum lærugreinum: Evnafrøði, føroyskt, kunningartøkni, landafrøði, latín, leiklist, lívfrøði, miðlakunnleiki, sølubúskapur, tónleikur, vinnurættur. Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at …

30 March

Tiltak um ung á arbeiðsmarknaðinum

Mánadagin varð skipað fyri einum tiltaki um ung á arbeiðsmarknaðinum fyri øllum næmingum og starvsfólkum á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Vit høvdu vitjan av umboð frá fakfelagnum Samverk og fingu til dømis kunning um ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og um tey …