Nýggi studentapresturin, Ann Hermandsóttir, vitjaði Miðnám í Suðuroy á fyrsta sinni í dag, har hon greiddi frá sínum virksemi. Mánaðarliga kemur hon á vitjan til samrøður um tilveruspurningar, at veita sálarrøkt og møguliga skipa fyri bólkasamrøðum, og allir næmingar fáa …
Í vikuni byrjaði skúlin aftur eftir summarfrítíðina, og tað eru 44 nýggir næmingar, ið byrja á hugbreyt, náttúrubreyt, serbreyt og búskaparbreyt. Nýggju næmingarnir eru byrjaðir at venja seg við nýggju umstøðurnar, har innleiðslan inniheldur nógv fakligt, men eisini okkurt har …
Skúlaárið byrjar aftur onsdagin 16. august 2023. Næmingar, sum skulu byrja í fyrsta flokki skulu møta kl. 8:10 og næmingar, sum skulu byrja í 2.ax, 3.ax, serbreyt og búskaparbreyt, skulu møta kl.12:00. Nógv ymiskt er á skrá og vit vilja …
So varð fyrsta pisan floygd í Suðuroynni, og fyrsti studenturin í 2023 í Suðuroy var Súsanna Dalá Holm, sum hevur gingið á hugbreyt. Hon fekk húgvuna á høvdið kl.09:30 í morgun, eftir at hava verið til próvtøku í týskum. Tað …
Vit hava nøkur pláss tøk á náttúrubreyt, hugbreyt, serbreyt og annað árið á búskaparbreytini til skúlaárið, sum byrjar 16. august 2023. Tú kanst lesa meira um útbúgvingarnar á midnam.fo. Ynskir tú at søkja um upptøku ella hevur tú spurningar, kanst …
Mánamorgunin 20. mars vitjaðu Gestur Hovgaard professari frá Illisimatusarfik, Firous Gaini professari og Ragnheiður Bogadóttir lektari frá Fróðskaparsetrinum Miðnám í Suðuroy. Hesi trý arbeiða við einari norðurlendska verkætlan fyri at fremja málsetning um stranda- og fiskivinnusamfeløg. Granskararnir brúka m.a. Vág …
Í morgun var almennur valfundur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og allir flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsvalið, vóru umboðaðir á fundinum. Umboðini fyri flokkarnar á valfundinum vóru: Jacob Vestergaard (A), FólkaflokkurinElsebeth Mercedis Gunnleysdóttir (A), FólkaflokkurinErhard Joensen (B), SambandsflokkurinEdva Jacobsen (B), …
Mánadagin var tiltakið Vísindavøka á Ferð á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tað vóru Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Sigurð í Jákupsstovu og Eina H. Eliasen, ið høvdu framløgur fyri næmingum og starvsfólkum. Tiltakið var eisini um kvøldið fyri øllum áhugaðum. Framløgurnar vóru …
Tann stóri árligi ítróttardagurin hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroy varð hildin í dag í Vági. Í ár vóru sera nógvir luttakarir, bæði úr Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Ítróttarháskúlanum, Føroya Eftirskúla og úr 10. flokki í Tvøroyrar Skúla og Vágs Skúla. Dagurin byrjaði …
Enn eru tøk pláss eftir at søkja á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Skúlingongdin byrjar 18. august, og tøk pláss eru á øllum breytum. Eisini ber til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, umframt lærugreinarnar á stx, fleiri búskaparlærugreinar. Eitt nú …










