Enn eru tøk pláss eftir at søkja á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Skúlingongdin byrjar 18. august, og tøk pláss eru á øllum breytum. Eisini ber til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, umframt lærugreinarnar á stx, fleiri búskaparlærugreinar. Eitt nú …
Skúlaárið byrjar aftur tórsdagin 18. august 2022. Næmingar, sum skulu byrja í 1.ax skulu møta kl. 8:10 og næmingar, sum skulu byrja í 2.ax, 3.ax og búskaparbreyt. skulu møta kl.12:00. Nógv ymiskt er á skrá og vit vilja minna allir …
Aftaná tvær læruríkar og stuttligar vikur í Kangerlussuaq í Grønlandi eru vit nú á veg heim aftur. Miðnámsskúlin hevur luttikið á summarskúlanum Joint Science Education Program. JSEP er eitt samstarv ímillum Grønland, Danmark og USA, og vit hava verið so …
Í hesum døgum eru nógvar próvtøkur og ársroyndir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hetta merkir eisini, at nógvir næmingar eru til sínar seinastu próvtøkur á skúlanum og fáa húgvu á høvdið. Tað er bæði stuttligt og gleðiligt at síggja allar pisurnar …
Í gjár varð fyrsta pisan floygd í Suðuroynni. Fyrsti studenturin 2022 í Suðuroy var Brynhild Johannesen, sum gongur á hugbreyt. Hon fekk húgvuna á høvdið kl.16:30 í gjár, eftir at hava verið til próvtøku í sponskum. Beint eftir próvtøkuna vant …
Nú hevur fyrsti næmingurin á Miđnámsskúlanum í Suđuroy fingiđ húgvuna á høvdiđ Í dag var Maria Mohr Viderø úr FHS til próvtøku í sølubúskap og hon gjørdist sostatt tann fyrsti næmingurin í hesum skúlaárinum, iđ fekk húgvuna á høvdiđ og slapp …
Hetta hevur verið ein hendingarík vika á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Ónsdagin høvdu næmingar ein 80ara temadag og í gjár var seinasti undirvísingardagur. Allir næmingar hava fingið síni ársmet og nú eru próvtøkurnar fyri framman.
Mánadagin var holdið í landafrøði B á útferð í kolanáminum. Jákup Jensen var við. Hetta var ein góður og læruríkur túrur.
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2022/2023 í hesum lærugreinum: Evnafrøði, føroyskt, kunningartøkni, landafrøði, latín, leiklist, lívfrøði, miðlakunnleiki, sølubúskapur, tónleikur, vinnurættur. Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at …
Mánadagin varð skipað fyri einum tiltaki um ung á arbeiðsmarknaðinum fyri øllum næmingum og starvsfólkum á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Vit høvdu vitjan av umboð frá fakfelagnum Samverk og fingu til dømis kunning um ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og um tey …